- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar um Trump: USA skal ikki eiga okkum
"Fyri meg, so er støðan óverulig. Men, tað er altso Trump - og við honum, so veit mann ikki. So kanska burdi mann tikið tað í álvara".
Soleiðis sigur Mille Louise Rasmussen í sambandi við at Donald Trump, nú sum innsvorðin forseti, hevur endurtikið at hann vil hava ræðið á Grønlandi.
Mille Louise Rasmussen og Aka-Bikki Frederiksen eru úr Grønlandi, men eru í løtuni í Føroyum. Tær lesa báðar til lærara, og starvast um dagarnar á Sankta Frants skúla, har tær eru í starvsvenjing.
Hóast tær fyrst og fremst eru upptiknar til arbeiðis, so hava tær eina mening um ætlaninar hjá Donaldi Trump.
"USA skal ikki eiga Grønland," siga tær nærmast við ein munn.
"Kortini vóni eg, at hetta fer at elva til kjak, og at tað kann styrkja sambandi millum Grønland og Danmark," leggur Mille Louise Rasmussen aftrat.