Uppskot um harðari revsingin fyri rúsevnakoyring á veg

Uppskot um harðari revsingin fyri rúsevnakoyring á veg
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur sent uppskot til broytingar í ferðslulógini í almenna hoyring
 
18.01.2025 - 10:25

Ætlanin er at gera broytingar í ásetingunum um rúsevnakoyring, sum er vorðin alsamt vaksandi trupulleiki. Serliga seinastu árini eru alsamt fleiri bilførarar tiknir fyri rúsevnakoyring.

Í 2024 vórðu 64 bilførarar tiknir fyri rúsevnakoyring, meðan tað í 2023 vóru 34 bilførarar, sum vóru tiknir, og 25 bilførarar í 2022.

Nú verður nøgdin avgerðandi

Í galdandi lóggávu er revsingin fyri brot á rúsevnamarkið fyrstu ferð sekt uppá hálva mánaðarliga nettoløn umframt treytaleysa frádøming av koyrirættinum í 6 mánaðir, - sama hvussu stór nøgdin av rúsevnum í blóðinum er. Tá hendan ásetingin varð samtykt, bar ikki til at seta eitt mark fyri, nær og í hvønn mun ymisku rúsevnini ávirka føraraevnini, eins og tað er vísindaliga møguligt at áseta rúsdrekkapromilluna. 

Fyri hash (THC) eru nú ásett mørk fyri, hvussu føraraevnini verða ávirkað, og tí ber nú til at broyta revsiásetingarnar fyri koyring undir ávirkan av hashi, soleiðis at revsimynstrið fer at líkjast revsimynstrinum fyri rúsdrekkakoyring. Alt eftir, hvussu ávirkaður førarin er av hashi, verður sektin í flestu førum ein mánaðarlig nettoløn og treytaleys frádøming av koyrirættinum í í minsta lagi eitt ár, og í endurtøkuførum upp til 10 ára treytaleysa frádøming av koyrirættinum, umframt møguliga treytað ella treytaleyst fongsul.

Harumframt verða aðrar smærri broytingar eisini gjørdar í ferðslulógini, skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Hoyringarfreistin er til 29. januar 2025.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. januar
Taradrotningin - teknmálstulkað
186508
Leygardag 18. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186502
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464