- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brekrættindasáttmálin: ST hevur 59 tilmæli og viðmerkingar
Brekrættindasáttmálin: ST hevur 59 tilmæli og viðmerkingar
Okkurt av hesum er longu framt, men enn eru stórmál, sum liggja á láni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.01.2025 - 14:07
Føroyar hava fingið 59 tilmæli og viðmerkingar frá ST í sambandi við brekrættindasáttmálan.
Okkurt av hesum er longu framt, men enn eru stórmál, sum liggja á láni.
Landsstýrið hevði í gjár fund um hesi 59 tilmælini.
Almanna- og mentamálaráðið hevur samskiparaleiklutin sambært breksáttmálanum, men av tí at talan er um so nógv ymisk og fjølbroytt tilmæli, vóru øll aðalráðini við á fundinum í gjár, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
22012024_Sirid_um_breksattmala
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV