FK gevst at senda tilboðsblað til øll húski

FK gevst at senda tilboðsblað til øll húski
Seinasta FK-blaðið verður borið út til húsarhaldini mánadagin 27. januar
 
21.01.2025 - 14:34

Føroya Keypssamtøka gevst nú við at senda tilboðsblað - sonevnda FK blaðið - út til øll húski í Føroyum.

Keypssamtøkan ásannar, at hóast tað verður roynt at prenta so burðardygt sum gjørligt, so er tað ein sannroynd, at nógv av hesum tilboðsbløðunum enda í ruskspannini uttan at verða lisin. Samstundis hava tilgildar loysnir vunnið fram.

Keypssamtøkan fer í staðin at gera ein faldara við tilboðum, sum skal liggja frammi í FK-handlunum.

Seinasta FK-blaðið verður borið út til húsarhaldini mánadagin 27. januar, skrivar Keypssamtøkan í tíðindaskrivi.

Hoyr samrøðu við Bo Møller Hansen, marknaðarleiðara í FK:

 

21012024_FK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109