- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sálarsjúka: Bólkar fyri avvarðandi vera nú eisini í Suðuroy
Sálarsjúka: Bólkar fyri avvarðandi vera nú eisini í Suðuroy
Sinnisbati hevur havt skipan við sjálvhjálparbólkum í umleið átta ár
23.02.2023 - 18:00
- Royndirnar við bólkum fyri avvarðandi at fólki við sálarsjúku eru góðir, og tí fara vit nú eisini at hava teir í Suðuroy. Felags fyri nógv avvarðandi er, at tey eisini verða rakt, tá ið sálarsjúka rakar.
Tað sigur Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata.
Í sjálvhjálparbólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og tey kunnu tosa um kenslur, avbjóðingar og royndir.
Tilboðið til avvarðandi hevur verið í skjótt átta ár.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
23022023_Sinnisbati
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV