- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sam bar við grótkastið og er farin á sleipistøð
Strandfaraskipið Sam er tikið upp á beding í Havn seinnapartin, eftir at skipið bar við grótkastið á Syðradali í morgun.
Eingi ferðafólk vóru við.
Reglurnar eru, at í slíkum føri skal skipið takast upp til kanningar.
Pláss var ikki á Klaksvíkar sleipistøð, og tí var siglt til Havnar, har Sam seinnapartin var tikin upp á skipasmiðjuna Mest.
Ekkolodd-botnurin fingið skaða
Kanningar vísa, at botnurin hevur fingið tvær buklur, og at ekkolodd-botnurin hevur fingið skaða.
Eykalutir eru bílagdir, og teir koma til landið í annaðkvøld.
Sam fer væntandi í sigling aftur hósdagin.
Erla Kongsdóttir røkir siglingina fyri Sam fyribils.
Erla Kongsdóttir siglir
Meðan Sam er á sleipistøð, røkir Erla Kongsdóttir siglingina á leið 56 millum Klaksvík og Syðradal.
Av tí at rampan ikki er klár at taka ímóti Erlu Kongsdóttir, verða bilar ikki tiknir við, sigur Jóan Petur Abrahamsen, tøkniligur leiðari á Strandferðsluni.