Yvirfriðingarnevndin ástaðarfund um Varðan Pelagic

Yvirfriðingarnevndin ástaðarfund um Varðan Pelagic
Ástaðarfundurin á havnarlagnum á Tvøroyri er í sambandi við ætlaðu byggingina av verksmiðju hjá Varðanum Pelagic
Fríggjadagin verður ástaðarfundur um útbyggingina hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
 
22.01.2025 - 12:20

Yvirfriðingarnevndin skipar fríggjadagin klokkan 14 fyri ástaðarfundi á havnarlagnum á Tvøroyri í samband við ætlaða byggingina av verksmiðju hjá Varðanum Pelagic. 

- Endamálið við fundinum er, at øll viðkomandi sjónarmið verða hoyrd, soleiðis at avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini verður tikin á mest møguliga upplýstum grundarlagi, skrivar Tvøroyrar kommuna í dag. 

Tað eru tvey ár síðani, at Varðin Pelagic søkti um byggiloyvi at byggja út á havnarlagnum eystan fyri verandi virkisbygning.

24.jan: Greinin er í dag rættað, og brotið um, at yvirfriðingarnevndin kom upp í málið orsakað av eini kæru frá felagsskapinum Livilig kor, er strikað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050