Løgmaður kallað forfólkini til fund um kreppuna í ríkisfelagsskapinum

Løgmaður kallað forfólkini til fund um kreppuna í ríkisfelagsskapinum
Fríggjadagin hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, kallað forfólkini í føroysku flokkunum til fundar um íkomnu kreppuna í ríkisfelagsskapinum, nú Trump ger krav upp á Grønland
22.01.2025 - 13:00

"Tað eru grønlendingar, ið avgerða, hvussu teir vilja skipa seg," staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú Donald Trump, amerikanskur forseti, hevur endurtikið ætlanina um at fáa ræði á Grønlandi. 

Løgmaður hevur kallað øll forfólkini til fund fríggjadagin at viðgerða íkomnu støðuna, segði hann í Degi og viku í gjárkvøldið. 

Støðan viðvíkjandi Grønlandi setir eisini spurningin, hvat við Føroyum?

Flokkarnir í Føroyum tykjast vera meira samdir í dag enn nakrantíð áður um, at Føroya skal hava størri avgerðarrætt, staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

"Danir vilja broyta Ríkisfelagsskapin, fyri at fáa ein meira sunnan ríkisfelagsskap, so mann ikki endar í stórum konfliktum. Har tosar danski forsætisráðharrin eisini um trý javnsett lond," legði løgmaður afturat. 

Aksel V. Johannesen vildi tó ikki koma við einum boði uppá, hvat er besta loysnin fyri Føroyar.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551