Danski samhandilin við Russland minkaður niður í helvt

Danski samhandilin við Russland minkaður niður í helvt
Í 2022 seldi Danmark fyri 7,3 milliardir krónur til Russlands. Talið var 15,2 milliardir í 2021.
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, hevur svarað fyrispurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, um danska samhandilin við Russland.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.02.2023 - 08:56

Danmark selur framvegis Russlandi vørur og tænastur og keypir eisini vørur og tænastur haðani.

Men bæði útflutningur og innflutningur eru minkaðir niður í eina helvt.

Í 2022 seldi Danmark fyri 7,3 milliardir krónur til Russlands.

Talið var 15,2 milliardir í 2021.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur fingið svar frá Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løkke svarar Sjúrði

Danmark keypti fyri 9,4 milliardir úr Russlandi í 2022. Tað talið var 18,2 milliardir í 2021. 

Hetta upplýsir Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Í 2022 fóru 0,4 prosent av danska útflutninginum til Russlands, men í 2021 var talan um eitt prosent.

Danmark keypir jarn, stál, steinolju og fóðurevni, tó ikki ómalið korn, úr Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238