- Tíðindi, mentan og ítróttur
Børn bíða í 24 mánaðir
Børn, sum eru ávíst út á psykiatriina, skulu bíða í heilar 24 mánaðir, áðrenn tey sleppa framat.
Tað vísir ein listi við bíðitíðum, sum Landssjúkrahúsið hevur almannakunngjørt.
Støðan er enntá versnandi, tí hetta seinasta árið er bíðitíðin longd seks mánaðir, sigur ADHD-felagið, ið vísir á tølini, sum fevna um ikki færri enn 266 føroysk børn.
Felagið sigur, at nógv av børnunum bíða í fleiri ár, áðrenn tey yvirhøvur fáa eina ávísing út á psykiatriina, har tað altso tekur tvey ár at bíða afturat.
Tí fólk venda sær næstan dagliga til felagið fyri at kæra sína neyð.
- Tíverri kunnu vit bara biðja tey, sum hava ráð, um at fara til Danmarkar til útgreining, sigur ADHD-felagið.
- Hini mugu bíða og hava ongan møguleika at fáa skipaða hjálp og vegleiðing í Føroyum, verður staðfest.
Felagið sigur somuleiðis, at gjógvin millum rík og fátæk sæst og merkist kanska ongastaðni so væl, sum tá ið tað kemur til mistrivnað hjá børnum.
ADHD-felagið hevur aðalfund í Reinsaríinum í Havn seinnapartin í dag klokkan trý, og felagið sigur bíðitíðina vera eitt av áhaldandi evnum, arbeitt verður við.