- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskaútflutningurin vaks 2,4 milliardir í fjør
Fiskaútflutningurin vaks 2,4 milliardir í fjør
Serliga laksurin ger mun, tí har er vøksturin 1,1 milliard krónur
16.02.2023 - 10:42
Føroyar útfluttu fisk fyri 2,4 mia. kr. meira í fjør enn í 2021.
Virðið vaks 26 prosent, men nøgdin minkaði seks prosent, skrivar Hagstovan.
Serliga laksurin ger mun. Har er vøksturin 1,1 milliard krónur.
Føroyar útfluttu fyri 12,7 milliardir í fjør.
Vøksturin sammett við 2021 er 26,3 prosent.
Vit innfluttu brennievni fyri slaka milliard í fjør, tí prísurin er so høgur.
Innflutningurin vaks eisini
Innflutningurin var eisini størri í fjør enn í 2021.
Hann var 12,1 milliard, 31 prosent størri enn í 2021.
Høgi oljuprísurin gjørdi, at brennievni var innflutt fyri slaka milliard meira í 2022 enn í 2021. Vøksturin er góð 70 prosent.
Men nøgdin minkaði 12 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV