- Tíðindi, mentan og ítróttur
Akrar verður neyvan broytt í hesum umfari
Tað verður neyvan í hesum umfarinum, at bygdarnavnið Akrar verður broytt til Agrar, altso at g kemur í staðin fyri k.
Sumbiar kommuna fekk tilmæli frá Staðarnavnanevndini um tað.
Men bygdaráðið hevur ikki viðgjørt málið.
Borgarstjórin, Eyðbjørn Thomsen, sigur, at málið er slept í hesum umfarinum.
Málið er ikki nýtt, tí tað var eisini frammi fyri nøkrum árum síðani. Og tá feldi bygdaráðið tilmælið.
Eingin akur
Staðarnavnanevndin sigur, at eingin akur er í navninum Akrar.
Navnið kemur av orðinum øgr - við g - sum merkir lítil vík.
Á Økrum eru Víkin og Rekavík, sum kunnu vera grundarlagið undir bygdarnavninum.
Á suðuroyarmáli er annars samanfall millum Agrar og akrar, og tað kann hava stuðlað upp undir umtulkingina av merkingini á navninum, so tað hevur verið sett í samband við akur.
Kunnu kærast
Sambært reglugerðini um Staðarnavnanevndina hevur hon heimild at taka avgerðir í staðarnavnaspurningum.
Avgerðir hjá Staðarnavnanevndini kunnu kærast til landsstýrisfólkið í mentamálum.
Reglugerðin sigur eisini, at Staðarnavnanevndin hevur skyldu til at hoyra avvarðandi kommunur og myndugleikar í sambandi við áseting av formi og stavseting av staðarnøvnum.