- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakmenn fýra vikur í varðhaldi
Bakmenn fýra vikur í varðhaldi
Teir báðir menninir, sum politiið heldur eru bakmenninir, tá rúsevni vóru smuglað til Føroya við einum seglbáti í august í fjør, skulu fýra vikur í varðhald.
23.01.2025 - 06:47
Teir báðir menninir, sum politiið heldur eru bakmenninir, tá rúsevni vóru smuglað til Føroya við einum seglbáti í august í fjør, skulu fýra vikur í varðhald.
Tað avgjørdi rætturin í Århus í gjár.
Grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum.
Annar maðurin hevur kært úrskurðin til Landsrættin, skrivar Horsens Folkeblad.
Ein maður aftrat er skuldsettur. Men hann var ikki í grundlógaravhoyring.
Tveir av monnunum eru úr Horsens, haðani seglbáturin kom til Føroya í fjør summar.
Triði maðurin hevur ongan fastan bústað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV