Marner Jacobsen vil sleppa í hægstarætt

Marner Jacobsen vil sleppa í hægstarætt
- Vit meta ikki, at dómurin er rættur. Vit meta, at eg eri ósekur, sigur fyrrverandi forstjórin í Eik Banka
Landsrætturin dømdi Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóra í Eik Banka, at rinda góðar 85 mió. kr. í endurgjaldi, men nú ætlar Marner Jacobsen sær í hægstarætt við málinum.
 
08.02.2023 - 08:22

Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Eik Banka fer at søkja um at sleppa í hægstarætt.

Hann váttaði fyri Degi og viku í gjárkvøldið, at hann í samráð við sín advokat fer at søkja procesbevillingsnævnet um at sleppa í hægstarætt.

- Vit meta ikki, at dómurin er rættur. Vit meta at eg eri ósekur.

Tað segði Marner Jacobsen í gjárkvøldið, men hann vildi ikki gera samrøðu um málið, so leingi tað er í rættarskipanini. Av somu orsøk vildi hann ikki grundgeva nærri, hví hann vil sleppa í hægstarætt.

Í 12 og eitt hálvt ár hevur Marner Jacobsen verið ímyndin  av einum manni, sum koyrdi ein banka á heysin. 

Marner Jacobsen var forstjóri, tá alt virksemið hjá Eik Banka varð avhendað til Fíggjarligt støðufesti 30. september í 2010.

Fíggjarligt støðufesti stevndi eftir endurgjaldi, og í november 2019 vóru Marner Jacobsen, Odd Bjellvåg og Frithleif Olsen dømdir at gjalda 150 milliónir krónur til Fíggjarligt støðufesti.

 

 

Dømdur at gjalda góðar 85 mió. kr.

Dómurin var kærdur til Landsrættin, sum fyri júst fýra vikum síðani fríkendi teir báðar síðstnevndu, men Marner Jacobsen var dømdur at rinda góðar 85 milliónir í endurgjaldi.

Gamla Eik-leiðslan hevði tryggjað seg móti slíkum, og í kjalarvørrinum á dóminum kom fram, at tryggingin hevði dekkað alla upphæddina, ið Marner Jacobsen var dømdur at gjalda. 

Marner Jacobsen var eisini stevndur fyri sín leiklut sum nevndarformaður í danska partinum av Eik Banka, sum fór á heysin saman við føroyska bankanum. Endurgjaldskravið var 250 milliónir.

Marner Jacobsen var í Eystara Landsrætti dømdur at gjalda ein brotpart av hesi upphædd. Hann slapp í hægstarætt, og 22.juni í 2020 varð Marner Jacobsen fríkendur í hægstarætti.

Nú er hann í líknandi støðu - hann vil sleppa í hægstarætt við kravi um at verða fríkendur. 

Procesbevillingsnævnet brúkar vanliga nakrar mánaðir til hálvt ár um at viðgera slíkar umsóknir. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512