- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marghøllin í Vági fingið stóran skaða
Marghøllin í Vági fingið stóran skaða
Takið á Marghøllini er skrædnað úr enda í annan eftir miðjuni í morgun, og holið er umleið fýra metrar breitt, sigur Jens Petur Brattalíð, leiðari í Marghøllini
Mynd: Ari Vestergaard
08.02.2023 - 08:53
Í Vági er skilið einki serligt, tí Marghøllin er farin sera illa í nógva vindinum í morgun.
Takið í Marghøllin, ið er innilokað við einum dúki, er skrædnað úr enda í annan.
Soleiðis sá út í Marghøllin í Vági í morgun (Mynd: Jens Petur Brattalíð)
Tað verður stórarbeiði at gera Marghøllin aftur, heldur Jens Petur Brattalíð, leiðari í Marghøllini.
Jens Petur Brattalíð greiddi soleiðis frá umfatandi skaðanum, sum Marghøllin hevur fingið, í Góðan morgun Føroyum.
Marghollin_Jens_Petur_Brarttalid_080223
Marghøllin er illa farin.
(Mynd: Niels Jacob Eysturberg / Suðuroyarportalurin)
(Mynd: Niels Jacob Eysturberg / Suðuroyarportalurin)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV