- Tíðindi, mentan og ítróttur
Luftlinjurnar í Skálabotni orsøkin til streymslit
Fleiri streymslit hava verið í meginøkinum í gjárkvøldið og í nátt og í morgun, og tað er ikki óhugsandi, at okkurt streymslit verður afturat.
Tað sigur ein troyttur Eirikur Norðberg, vakthavandi hjá SEV.
"Streymurin fór aftur um seks tíðina í morgun, men nú hava øll fingið streymin aftur. Nú vóna vit, at streymurin ikki fer aftur."
Bedrøvilig nátt
Eirikur Norðberg ásannar, at tað hevur verið ein "bedrøvilig nátt", sum hann málber seg.
"Tað, ið serliga hevur argað okkum, eru 60 kilowatt luftlinjurnar, sum ganga frá SEV-støðini í Skálabotni, ið er eitt miðpunkt hjá SEV. 60 kilowatt-netið hjá SEV er høvuðsæðrin, tá streymur skal førast runt í meginøkinum, og tá tær linjurnar sláa sama av vindi, so steðgar øll skipanin upp."
Eirkur Norðberg, vakthavandi hjá SEV, kann ikki lova, at einki streymslit verður afturat.