- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar avlýsingar og broytingar: Smyril siglir av Havnini klokkan 11
Longu nú er nógvur vindur og ringt veður, men sambært forsøgnunum skal veðrið versna út á dagin.
Hetta fær ávirkan á bæði bygda- og oyggjaleiðirnar, sigur Dánjal Samuelsen, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum landsins.
Smyril fer úr Havn kl. 11
Smyril verður eftir ætlan í Havn klokkan 9, men loysir longu aftur klokkan 11 og ikki klokkan 13, sum annars stendur í ferðaætlanini.
So verður Smyril lagdur fyri dagin, tá skipið kemur aftur til Trongisvágs.
Tað er enn óvist, hvussu tað verður við siglingini hjá Smyrli í morgin, sigur Dánjal Samuelsen, ferðslusamskipari.
Hasfjord, ið siglir við farmi á Sandoyarleiðini, siglir ikki í dag, og tað ger Herjolfur, ið siglir við farmi á Suðuroyarleiðini, heldur ikki.
Nógvar avlýsingar hjá Bygdaleiðum
Bussarnir hjá Bygdaleiðum koyra fyrrapartin, men frá á middegi vera nógvar avlýsingar á flest øllum leiðum, sigur Dánjal Samuelsen.
Ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins mælir fólki til at fara inn á heimasíðuna hjá SSL og kunna seg um, hvussu ringa veðrið ávirkar koyringina hjá bussunum hjá Bygdaleiðum.