- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treystið í tænastu- og tilfeingisvinnum minkar
Treystitalið, sum var 29 seinast í fjør, er í januar í ár farið niður á 17, sum er ájavnt langtíðar miðalinum, sigur Hagstovan.
Tað er serliga treystið í tænastuvinnunum og í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, sum minkar.
Húsarhaldini halda, at búskaparstøðan og fíggjarstøðan hjá teimum verður betri um eitt ár.
Men húsarhaldini vænta tó, at arbeiðsloysið verður størri enn nú um eitt ár.
Ávísin fyri handilsvinnuna er næstan hin sami sum í kanningini seinast.
Handilsvinnan metir tó gongdina farna árið vera betri enn í undanfarnu trimum kanningum.
Fyritøkurnar í byggivinnuni meta gongdina hava verið góða seinasta árið, og størri treysti er í vinnuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Størri treysti í byggivinnuni
Størri treysti er í byggivinnuni. Ávísin fer 12 upp, í 61, sum er eitt lutfalsliga stórt lop.
Spurdu fyritøkurnar í byggivinnuni meta gongdina hava verið góða seinasta árið.
Tilfeingis- og tænastuvinnurnar eru minni bjartskygdar. Treystið har er fallið úr 24 niður í 8.
Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga, hvussu fólk og vinna meta, at tíðirnar eru.
Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar.