Skammlop var atvold til eldin í Athenu

Skammlop var atvold til eldin í Athenu
Tvær ferðir var eldur í verksmiðjutrolaranum, og seinnu ferð gjørdist skipið vrak
9.mai 2011 kom aftur eldur í Athenu. Tá lá hon í Saltangará og gjørdist vrak.
 
06.02.2023 - 08:40

Nú stívliga 12 ár eftir, at eldur kom í verksmiðjutrolaran Athenu, er frágreiðingin hjá donsku skaðanevndini aftur ovast  á heimasíðu nevndarinnar.

Eldur var í 27.oktober 2010, og frágreiðingin kom í 2012. 

Eldur kom í, tá trolarin var veg til fiskiskap í Atlantshavinum við Móritania. 

111 fólk vóru við, men eingin fólkaskaði var.

Niðurstøðan er, at skammlop í einum ljósi í lastini á fyrsta dekki var orsøkin til eldin.

 

Frá eldinum í Athenu, meðan hon lá í Saltangará.

 

Breiddi seg skjótt

Eldurin fór skjótt víðari, tí ein lúka var opin. Eldurin fekk tí fatur í pappi, sum var á øðrum dekki.

Har var eisini nógv luft, tí dyr og lemmar vóru opin. 

Einki bendir á, at skammlopið kom av tøkniligum breki í elveitingini umborð, sigur skaðanevndin. 

Men hon hevur nógvar viðmerkingar og atfinningar um eldsløkkingina. 

 

Eldurin í Athenu, sum lá í Saltangará, kyknaði í bjálvingini.

 

Aftur eldur í

Athena var sleipað til Føroya til umvælingar.

9.mai 2011 kom aftur eldur í skipið. Eldur kom í bjálvingina. Ein kemisk prosess í bjálvingini festi í.

Athena gjørdist tá vrak.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512