- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rásin í Saltangará skal um- og útbyggjast fyri 25 mió. kr.
Eftirskúlin Rásin í Saltangará skal um- og útbyggjast fyri í mesta lagi 25 mió. kr.
Uppskot um tað er sent til hoyringar.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið sigur, at nýggi bygningurin, sum verður gjørdur, verður 450 fermetrar og tekur tvífalt so nógvar næmingar, sum skúlin tekur nú.
Nú er pláss fyri sjey næmingum. Næmingatalið fer upp í 14.
Rásin soleiðis sum eftirskúlin sær út í dag
Raksturin kostar 3 mió. kr.
Eftir útbyggingina fer raksturin at kosta tríggjar milliónir meira um árið.
Frá 2019 til 2022 eru brúktar 1,65 mió. kr. til fyrireiking og projektering.
Játtaðar vóru 4,5 mió. kr. í fjør. Tær verða fluttar til í ár.
Landsverk mælir til, at 12 mió. kr. verða játtaðar í ár og 12,35 mió. kr. næsta ár.
Tilboð fyri ung við menningartarni
Rásin er eitt heildartilboð til ung við menningartarni, sum eru liðug við fólkaskúlan.
Eftir lokið skúlaskeið eru næmingarnir klárir at fara á serbreyt og/ella í vart arbeiði.
Tey megna at flyta heimanífrá til eitt tillagað bútilboð frá Almannaverkinum, og til at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Sí hetta innslagið, ið var gjørt til Dag og viku 8. mars 2018, um ætlaðu um- og útbyggingina av Rásini.