Nú verður skiparin á Vesturbúgvanum ákærdur

Nú verður skiparin á Vesturbúgvanum ákærdur
Danska skaðanevndin segði, at skiparin sovnaði, tá Vesturbúgvin rendi á Eysturbúgvan á summarmála í fjør
Vesturbúgvin rendi á Eysturbúgvan 14. apríl í fjør. Eysturbúgvin sakk, men øll manningin var bjargað.
 
03.02.2023 - 14:12

Seinni í mánaðinum verður ákæra væntandi reist móti skiparanum á Vesturbúgvanum í sambandi við hendingina, tá ið Vesturbúgvin rendi á Eysturbúgvan á summarmála í fjør, og Eysturbúgvin sakk.

Tað upplýsir Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri. 

Ákæruvaldið arbeiðir enn við at gera ymiskt kanningararbeiði í málinum. 

Í august í fjør mælti Sjóvinnustýrið ákæruvaldinum til at ákæra skiparin á Vesturbúgvanum fyri brot á millum annað vaktarhaldskunngerðina, tá ið Vesturbúgvin rendi á Eysturbúgvan.

 

Katrin Thorsvig Hansen er høvuðsákæri.

 

Skiparin sovnaði

Niðurstøðan hjá donsku skaðanevndini, Den Maritime Havarikommission, sum kannaði óhappið tíðliga um morgunin 14. apríl, var, at skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði, tá ið skip hansara var á samanstoytskós og rendi á Eysturbúgvan.

At skiparin svav, er tað sama, sum at eingin var á brúnni.

Hann hevði sovið ov lítið undanfarnu dagarnar, tá ið Vesturbúgvin var á skipasmiðju, tí tøkniligir trupulleikar vóru.

Ávaringin á brúnni, sum skal siga frá í tílíkum førum, var ikki tendrað.

 

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin partrolaðu, tá Vesturbúgvin rendi á Eysturbúgvan, sum sakk. 

 

Allir vóru bjargaðir

Óhappið hendi, tá ið skipini, sum partrolaðu, skuldu knýta bæði skipini í trolið.

Allir sjey menninir á Eysturbúgvanum vóru bjargaðir umborð á Vesturbúgvan.

Vesturbúgvin hevur ikki fiskað síðani óhappið. Nú verður eitt spæl sett í skipið afturat, so at hann eisini kann fiska einsamallur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477