Rættarhjálpin: Arvur er størsta evnið

Rættarhjálpin: Arvur er størsta evnið
Í fjør vóru 112 fyrispurningar um arv og skifti
Rættarhjálpin fekk 823 fyrispurningar í fjør, og 14 mál byrjaðu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.02.2023 - 08:33

Arvur er framvegis nógv størsta evnið, sum Rættarhjálpin fæst við.

Næstan 14 prosent av fyrispurningunum, sum Rættarhjálpin fekk í fjør, vóru um arv og skifti.

112 fyrispurningar vóru um arv og skifti.

Langt er niður til nummar tvey. 72 fyrispurningar, sløk níggju prosent av øllum, vóru um fasta ogn.

Rættarhjálpin fekk 823 fyrispurningar í fjør. 14 mál byrjaðu.

 

Kvinnur spyrja mest

Fleiri kvinnur enn menn spurdu, munurin var næstan 11 prosentstig. 

Danska løgmálaráðið læt 394.600 kr til raksturin í fjør og landsstýrið 50.000 kr.

Rættarhjálpin hevur 20 løgfrøðiligar ráðgevar.

Rættarhjálp Føroya kom í 1996.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512