- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Kvinnur í fremstu røð í politikki
Tað skuldu ganga 27 ár frá tí, at Marita Petersen legði frá sær sum løgtingsforkvinna, til næsta kvinnan í sessinum, Bjørt Samuelsen, tók við.
Og enn hevur eingin kvinna sitið á skrivstovuni uttast í Tinganesi, síðani Marita Petersen sat har fyri 29 árum síðan.
Men hví er so long tíð liðin, síðan Marita Petersen stóð á odda í føroyskum politikki, til næsta ættarliðið av leiðandi politiskum kvinnum tók við?
Marita Petersen var fyrsti kvinnuligi løgmaður og fyrsta forkvinna í løgtinginum.
Kristina Gry Petersen, forkvinna í Demokratia, Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri, og Beina Løwe, fyrrverandi løgtingskvinna, sum hevur skivað bók um kvinnur í politikki, vera í útvarpsstovuni.
Iran
Iranskar kvinnur hava seinastu mánaðirnar elvt prestastýrinum í landinum høvuðbrýggj, eftir at tær hava staðið á odda fyri søguligum stórum mótmælsigongum í kjalarvørrinum av, at Mahsa Amini bleiv dripin av moralpolitinum.
Men fara mótmælisgongurnar at hava veruliga broyting við sær?
Breddin í útvarpinum klokkan 10.