- Tíðindi, mentan og ítróttur
626 børn vóru fødd í fjør
626 børn vóru fødd í fjør
Øll uttan eitt vóru fødd á Landssjúkrahúsinum
01.02.2023 - 11:15
626 børn vóru fødd í Føroyum í fjør, upplýsir Landssjúkrahúsið.
Tað er nakað minni enn í 2021, tá 678 børn vóru fødd.
Øll uttan eitt vóru fødd á Landssjúkrahúsinum, 307 gentur og 318 dreingir. 12 tvíburapør vóru í fjør.
175 mammur áttu fyrstu ferð í fjør. Miðalaldurin á teimum var 27 ár.
209 fingu annað barnið, 175 triðja, og 48 mammur áttu fjórða barnið í fjør.
Umleið triðja hvørt barn í fjør vigaði meira enn fýra kilo, og seks prosent av nýføðingunum vigaðu 4,5 kilo ella meira.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV