Føroyingar arbeiða framvegis mest

Føroyingar arbeiða framvegis mest
Eitt sermerki fyri vinnutíttleikan í Føroyum er, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil sum her
Vinnutíttleikin í Føroyum er stórur bæði millum tey ungu og eldru. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.01.2023 - 08:30

Føroyska arbeiðsfjøldin er framvegis tann virknasta í Evropa.

Og ein tann størsti munurin millum Føroyar og hini londini er, at bæði tey ungu, tey eldru og kvinnurnar í Føroyum eru meira vinnuliga virkin enn í øðrum londum.

Eisini er sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil sum her.

Tað sigur Hagstovan.

Vinnutíttleikin í Føroyum, sum er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum, er 86,7 prosent hjá monnum og 83,0 prosent hjá kvinnum.

 

Vinnutíttleiikin eisini stórur millum ungfólk

Longu frá 15 til 20 ára aldri er vinnutíttleikin 80 prosent í Føroyum og 70 prosent í Íslandi.

Hann er 45 prosent í Danmark og 20 prosent í ES.

Hjá teimum 70 til 74 ára gomlu er vinnutíttleikin í Føroyum yvir 30 prosent, nógv størri enn í øðrum londum.

35 lond í Evropa eru við í samanberingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512