Ivasamt um Fíggjareftirlitið hevði góðkent stjóran

Ivasamt um Fíggjareftirlitið hevði góðkent stjóran
Nevndin í BankNordik avgjørdi at enda samstarvið við Heina Thomsen eitt hálvt ár eftir, at hann var settur sum stjóri
Ivasamt er, um Fíggjareftirlitið hevði góðkent Heina Thomsen sum stjóra í BankNordik, og nevndin avgjørdi at enda samtarvið við hann bert eitt hálvt ár eftir, at hann hevði tikið við stjórastarvinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2023 - 12:56

Ivasamt er, um Heini Thomsen framhaldandi hevði verið góðkendur sum stjóri í BankNordk í sambandi við "fit and proper-" reglurnar hjá Fíggjareftirltinum.

Tað merkir, um viðkomandi er mettur at vera skikkaður.

Tað siga fleiri álítandi keldur í BankNordik, sum Kringvarpið hevur tosað við. 

Í síðstu viku boðaði bankin keypsskálanum frá, at nevndin hevur gjørt avtalu við Heina Thomsen um at enda samstarvið bert seks mánaðir eftir, at hann bleiv settur sum stjóri, tí Tryggingareftirlitið góðtók ikki, at hann kundi sita í nevndunum í Trygd og NordikLív. 

Men sum Kringvarpið skilir, eru eisini aðrar orsøkir til avgerðina.

 

Trupulleiki hjá Fíggjareftirlitinum 

Vandi var nevniliga fyri, at danska Fíggjareftirlitið fór ikki at góðkenna Heina Thomsen sum stjóra. 

Fyri tað fyrsta er trupult hjá Fíggingareftirlitinum at staðfesta, at ein persónur er skikkaður at standa á odda fyri einum banka, tá ein annar stovnur ikki metir hann vera tað til annað virksemi. 

Tí gjørdist tað ein trupulleiki hjá Fíggjareftirlitinum, at Tryggingareftirlitið metti, at hann er ikki skikkaður at sita í nevndini í tryggingarfeløgnum Trygd og NordikLív. 

Harnæst eru verandi góðkenningar av Turið F. Arge og Heina Thomsen sum stjórum í BankNordik treytað av, at Árni Ellefsen enn er forstjóri í  felagnum. 

Tað fer at broytast seint í apríl, tá ið Árni Ellefsen fer úr starvi, og nýggju stjórarnir skulu tá einsamallir lúka tær treytir til førleikar hjá einari bankaleiðslu, sum Fíggjareftirlitið krevur sambært lógini um "finansiel virksomhed".

 

Kredittmeting

Sum Kringvarpið skilir, gjørdist tað skjótt greitt fyri nevndini, at neyðugt var við einum stjóra, sum var sterkur innan fíggjarøkið og kredittmeting. 

Tí vendi bankin sær til Heina Thomsen, tí mett var, at sum stjóri í grannskoðaravirkinum Januar og statsgóðkendur grannskoðari, hevði hann neyðugu førleikarnar at vera stjóri.  

Men sambært keldum hjá Kringvarpinum, krevur Fíggareftirlitið, at stjórin fyri kredittmetingini skal hava fleiri ára royndir við kredittmeting í einum peningastovni. 

Og tá Heini Thomsen ikki hevur tað, umframt nýggju avgerðina hjá Tryggingareftirlitinum, var tað sera óvist, um hann fór at fáa neyðuga góðkenningina frá Fíggjareftirlitinum til at halda fram sum stjóri, eftir at Árni Ellefsen leggur frá sær. 

 

Lósu skriftina á vegginum 

Fíggjareftirlitið gjørdi ongantíð niðurstøðu í málinum, og í staðin las nevndin skriftina á vegginum og hálaði í neyðbremsuna, og ein avtala bleiv gjørd við Heina Thomsen um at enda samstarvið, vísandi til grundgevingina hjá Tryggingareftirlitinum.

Málið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512