- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grøn orka: Kommunur eiga at fáa endurgjald
Grøn orka: Kommunur eiga at fáa endurgjald
Borgarstjórin í Eiðis kommunu heldur, at vit eiga at brúka skipanina, sum hevur verið galdandi í Noregi í mong ár
26.01.2023 - 10:22
- Tað er í lagi, at kommunurnar, sum lata øki til grøna orku, fáa endurgjald fyri tað.
Tað sigur borgarstjórin á Eiði, Rógvi Egilstoft, sum tekur undir við sjónarmiðinum hjá borgarstjóranum í Vestmanna um endurgjald.
Í Noregi hevur ein skipan, har kommunur fáa endurgjald fyri orkuframleiðslu, verið galdandi í meira enn hundrað ár. Og Rógvi Egilstoft heldur, at hetta er ein góð skipan.
Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sigur í viðmerking, at tað eru fleiri prinsipiellir spurningar, um endurgjald nú skal veitast fyri orkuútbyggingar og framleiðslu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
26012023_Rogvi_Egilstoft
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV