- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka sáttmálasamráðingarnar uppaftur
Sáttmálasamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinm verða væntandi tiknar uppaftur einaferð í næstu viku.
Tað sigur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.
Sáttmálasamráðingarnar steðgaðu, tá val var útskrivað í heyst.
Jan Mortensen sigur, at komandi sáttmálasamráðingar leggja upp fyri øðrum sáttmálum, sum eru gjørdir seinasta árið á privata arbeiðsmarknaðinum. Hann vísir eisini á, at hóast brúkaraprístalið hækkaði góð 10 prosent í fjør, hevur at kalla ongin prísvøkstur verið í fleiri ár undan tí.
Millum tey stóru fakfeløgini, sum skulu samráðast um nýggjan sáttmála í næstum, eru Lærarafelagið, Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Akademikarafelagið.