- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Útbyggingar á Varðanum Pelagic
Á Breddanum: Útbyggingar á Varðanum Pelagic
Sendingin loddar dýpið undan borgarafundinum í Salt í kvøld. Politiskir eygleiðarar meta eisini um nýggja landsstýrið
24.01.2023 - 09:03
Stríð er aftur kyknað um, hvat virksemi skal mynda gamla vinnuøkið á Tvøroyri, sum er mitt í býnum.
Hesa ferð er tað ein stór útbygging í sambandi við at útbyggja virksemið hjá Varðanum Pelagic, sum hevur fingið nakrar lokalar røddir at mótmæla, at tungídnaðurin fær betri pláss í býnum.
Vit eru á staðnum í morgun og lodda dýpið fyri borgarafundin í Salt í kvøld.
Nýtt landsstýri
Fyri góðum mánaði síðani fingu vit nýtt landsstýri.
Vit hyggja at fyrstu fýra vikunum saman við tveimum eygleiðarum, sum áður hava havt sína dagliga gongd í politiska maskinrúminum.
Fyrsti Breddin í 2023 í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV