- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dennis Holm: Ein avgerð um Suðuroyartunnilin skal takast fyrst
Dennis Holm: Ein avgerð um Suðuroyartunnilin skal takast fyrst
"Tað er ikki relevant at tosa um aðrar loysnir fyri suðuroyarleiðina, fyrr enn ein avgerð er tikin um Suðuroyartunnilin," sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
18.01.2023 - 14:01
Tíðin er ikki búgvin at taka støðu til, um tvær smærri ferjur skulu sigla millum Suðuroy og Sandoy, tá Sandoyartunnilin er liðugur, tí spurningurin er ikki viðgjørdur.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, eftir at stjórin á Strandferðsluni hevur skotið upp aðrar møguleikar fyri ferðasambandinum millum Suðuroynna og meginøkið enn ein Suðuroyartunnil.
Landsstýrismaðurin vil hava ein avgerð um Suðuroyartunnilin fyrst, áðrenn hann tekur støðu til aðrar loysnir.
Dennis_Holm_um_suduroyarleidina_18012023
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV