- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggingin rindar endurgjaldið til Fíggjarligt støðufesti
Góð trygging dekkar stóra endurgjaldið, sum Eystari landsrættur dømdi Marner Jacobsen at rinda Fígjgjarligum støðufesti.
Fyrrverandi forstjórin í Eik hevur eina trygging, sum dekkar allar 85,7 milliónirnar, ið hann skal rinda í endurgjaldi.
Hann fer sostatt ikki persónliga á húsagang orsakað av hesum, tí tryggingin dekkar alla upphæddina.
Teknaðu trygging
Tað váttar hann fyri Frihedsbrevet.fo, sum verður endurgivið á Portal.fo.
Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar, men tað vil Odd Bjellvåg, sum saman við Frithleifi Olsen varð fríkendur í málinum.
- Vit fingu okkum eina trygging í umleið 2005-06 upp á 100 milliónir krónur fyri tap, og 25 milliónir fyri sakarmálskostnað. Tað var heilt vanligt tá. Allir bankar høvdu eina líknandi trygging, sigur Odd Bjellvåg við Frihedsbrevet.fo