- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið vaks í 18 kommunum
Frá 1.desember 2021 til 1.desember í 2022 vaks fólkatalið í 18 kommunum.
Talið av íbúgvum minkaði í 10 kommunum.
Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu.
Lutfalsligi størsti vøkstur var í Fugloyar kommunu. Størsta minking í tali var í Sumbiar kommunu.
Lutfalsliga minkaði fólkatalið mest í Skúvoyar kommunu.
Nes kommuna býur
Í Nes kommunu vóru 1499 fólk 1. desember í fjør.
Men 12.desember vóru tey vorðin 1502, so kommunan kann nú kalla seg bý. Nú eru níggju kommunur í Føroyum, sum hava fleiri enn 1500 fólk.
1.desember í fjør búðu 54.227 fólk í Føroyum.
Tað eru 620 fleiri enn 1.desember í 2021.
Níggjunda árið
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári, skrivar Hagstovan.
Men seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini og er minkaður úr 1,4 prosenti niður í 1,2 prosent.