Eik-málið: Marner Jacobsen dømdur at gjalda 85,7 mió. í endurgjaldi

Eik-málið: Marner Jacobsen dømdur at gjalda 85,7 mió. í endurgjaldi
Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg eru fríkendir í landsrættinum
Marner Jacobsen er dømdur at rinda 85,7 mió. kr. í endurgjaldi.
 
10.01.2023 - 09:57

Eystari landsrættur hevur dømt Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóra í gamla Eik banka, at rinda 85,7 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti fyri hansara leiklut, tá gamla Eik banki fór av knóranum í 2010. 

Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður, eru fríkendir.

Sostatt er landsrætturin komin til aðra niðurstøðu enn Føroya rættur, sum 18. november í 2019 dømdi teir tríggjar Eik-menninar at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi. 

 

Tríggjar verkætlanir

Landsrætturin hevur tikið støðu til, um endurgjaldskrav kann krevjast fyri teirra leiklut í trimum verkætlanum. Tær eru um eitt mál við átta týskum handilsmiðstøðum, íbúðarbyggingin hjá Valbjørn Dalsgarð á Argjum og eina danska byggiverkætlan. 

Landsrætturin staðfestir, at Marner Jacobsen kann ábyrgjast fyri, at bankin veitti fígging til týsku verkætlanina á einum ófullfíggjaðum grundarlagi, harímillum eina vantandi kredittmeting. 

Landsrætturin metir, at hann var vitandi um, at neyðugu upplýsingarnar ikki vóru fingnar til vega, og at hann heldur ikki legði upp fyri upplýsingum, sum hann fekk, áðrenn fíggingin kom endaliga upp á pláss. 

Tí er Marner Jacobsen dømdur at rinda eitt endurgjald á 85,7 milliónir krónur til Fíggjarligt Støðufesti. 

Í hinum báðum málunum er Marner Jacobsen eins og báðir nevndarlimirnir fríkendur. 

 

Odd Bjellvåg, Frithleif Olsen og Marner Jacobsen.

 

Sakarmálskostnaður

Fíggjarligt Støðufesti skal rinda 3,75 milliónir krónur í sakarmálskostnaði til bæði Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg. 

Haraftrat skal Fíggjarligt Støðufesti rinda 10 milliónir krónur í sakarmálskostnaði fyri viðgerðina í Føroya rætti. 

Partarnir hava 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast.

Les dómin í landsrættinum her.

Í útvarpstíðindunum klokkan 10 verður samrøða við Christian Andreasen, sum hevur verið advokatur hjá Odd Bjellvåg, sum er fríkendur í landsrættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512