Ákærdur fyri blúnisbrot móti fimm ára gamlari gentu

Ákærdur fyri blúnisbrot móti fimm ára gamlari gentu
Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava tikið ósømiligar myndir av gentuni
Føroya rættur viðger í dag eitt mál um blúnismisbrot.
 
24.10.2022 - 15:24

Føroya rættur fór í dag undir at viðgera eitt mál, har ein 20 ára gamal maður er ákærdur fyri blúnisbrot móti eini fimm ára gamlari gentu. 

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava tikið ósømiligar myndir av gentuni. 

Hendingin fór fram tann 28. oktober í 2020, har tann ákærdi skal hava nomið við gentuna undir klæðunum, og samstundis hava avmyndað hana nakna. 

Maðurin er ákærdur eftir grein 232 og grein 264-A í revsilógini, ið fevnir um ávikavist blúnisbrot móti barni og ólógliga myndatøku av privatum persóni uttan fyri almenna rúmið. 

Maðurin noktar seg sekan í ákæruni um blúnisbrot, men játtar at hava tikið myndir av gentuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823