Lógin tryggjar ikki lesandi við skerdum førleika

Lógin tryggjar ikki lesandi við skerdum førleika
Tað ber ikki altíð til at fáa eyka stuðulin, sum krevst, um fólk við breki skulu fullføra útbúgvingar á Setrinum
Fróðskaparsetur Føroya.
 
20.09.2022 - 09:08

- Lógin tryggjar ikki í sjálvum sær lesandi við skerdum førleikum.

Tað sigur May-Britt Skoradal, varadekanur á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. 

Tað sigur hon, eftir at Maifríð Hansen, sum er deyv, í síðstu viku greiddi frá, at hennara brek er orsøkin til, at hon ikki slapp at halda fram við at lesa sjúkrarøktarfrøði:

 

20092022_May_Britt

 

May-Britt Skoradal, varadekanur.

 

ADHD-felagið sigur i skrívi, at Maifríð Hansen hevur tikið størsta fetið fyri javnstøðu á brekøkinum í nýggjari tíð. Tey skriva eisini, at vónandi skapar hetta fordømi í skúlaskipanini. 

Felagið vísir á, at hon hevur staðfest rættin til javnlíka atkomu til læring, og at hon hevði dirvi, mót og úthaldni at kæra og fáa viðhald, eftir at hon av órøttum var víst av Setrinum vegna brek.

Spurningurin var, um Fróðskaparsetur Føroya í nóg stóran mun hevði tillagað karmar og umstøður í útbúgvingini soleiðis, at hon sum lesandi kundi taka lut á jøvnum føti við onnur.

Tað skrivar ADHD-felagið.

May-Britt Skoradal vísir á, at tað ber ikki altíð til undir verandi umstøðum at fáa til vega tann eyka stuðulin, sum krevst, um fólk við breki skulu kunna fullføra útbúgvingar á Setrinum:

 

20092022_May_Britt_1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109