Avmarkað starvsfólkaorka noyðir Sernám at tillaga virksemið

Avmarkað starvsfólkaorka noyðir Sernám at tillaga virksemið
Ráðgevingin til dagstovnar næsta árið verður avmarkað til talu- og málmenningarøkið og rørslu- og sansamenningarøkið
Ráðgevingin frá Sernámi til dagstovnar verður skerd, tí starvsfólkaorkan røkkur ikki til.
 
19.09.2022 - 13:26

Starvsfólkaorkan á Sernámi er avmarkað, og tí noyðist stovnurin at tillaga virksemið eina tíð.

Tað sigur Margreth Olsen, stjóri á Sernámi.

Hon sendi sendi herfyri øllum dagstovnum í Føroyum eitt skriv, har boðað verður frá, at orsakað av avmarkaðari starvsfólkaorku á økinum, er neyðugt hjá Sernámi at tillaga virksemið hjá stovninum til juni 2023.

Margreth Olsen ásannar, at tey fáa ikki veitt ta ráðgeving, sum er tørvur er á.

 

Margreth Olsen er stjóri á Sernámi.

 

Ráðgevingin til dagstovnar næsta árið verður avmarkað til talu- og málmenningarøkið og rørslu- og sansamenningarøkið. 

Hetta merkir í høvuðsheitum, at ráðgeving frá sernámsfrøðiligum ráðgeva ella sálarfrøðingi ikki er tøk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20112022_Margreth_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008