Nirvana viðhald í rættinum

Nirvana viðhald í rættinum
Amerikanski rockbólkurin, Nirvana, hevur vunnið eitt rættarmál um kápumyndina á plátuni “Nevermind”, ið bólkurin gav út í 1991.
Ikoniski plátuhúsin á Nirvana-útgávuni “Nevermind” frá 1991
 
04.09.2022 - 18:36

Spencer Elden, ið var nakni smádrongurin á plátuhúsanum, stevndi Nirvana fyri einum góðum ári síðani.

Hann vildi vera við, at verji hansara ongantíð gav loyvi til, at myndin skuldi brúkast og heldur samstundis, at Nirvana hevur brotið amerikansku lóggávuna um barnapornografi.

Limirnir í Nirvana og sakførarar teirra hava víst ákærunum frá sær og sagt, at einki høpi er í teimum.

Og nú hevur Spencer Elden so tapt málið í rættinum, ið staðfesti, at hann hevur bíðað alt ov leingi við at stevna, og tí fekk hann ikki viðhald í nøkrum av sínum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342