- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sorgarbólkur í Vesturkirkjuni

Børn og ung upp til 29 ár hava møguleika at fáa stuðul í sorgarbólkum hjá Beranum, sorgarbólkar eru eisini fyri foreldur, sum hava mist eitt barn í móðurlív upp til 29 ár, og ókeypis sálarfrøðihjálp er til tey, sum hava mist, og til tey, sum eru rakt av álvarsligari fysiskari sjúku, - eisini frá Beranum.
Og vaksin, sum hava mist ein av sínum kæru av krabba, hava møguleika at fáa stuðul í sorgarbólki hjá Krabbameinsfelagnum.
Men tey vaksnu, sum bara hava mist, hava ikki hendan sama møguleikan.
- Tørvurin hjá fólki, sum brádliga missa ein av sínum kæru, sýnist vera stórur fyri at sleppa í samrøðubólk, sigur sjúkrahúspresturin, Hanus á Gørðum, sum í næstum skipar fyri sorgarbólki fyri vaksin í Vesturkirkjuni í Havn.
Fyrsti sorgarbólkurin byrjar í Vesturkirkjuni síðst í hesum mánaðinum.