- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hitamet í Avstralia
Hitamet í Avstralia
Miðalhitin í Avstralia seinastu 12 mánaðirnar var 1,61 stig heitari enn miðal, og tað er met.

Sydney, Avstralia
06.04.2025 - 10:44
Miðalhitin í Avstralia seinastu 12 mánaðirnar var 1,61 stig heitari enn miðal, og tað er met.
- Hetta er munandi meira enn við høvdu væntað, hóast vit høvdu lagt upp fyri. Munurin er nógv størri enn tað, sigur Simon Grainger, veðurlagsgranskari á avstralska veðurlagsstovninum. Hann greiðir frá um fleiri hitabylgjur og fá tíðarskeið við kulda seinastu árini.
Veðrið í Avtralia seinastu 12 mánaðirnar hevur verið merkt av vatnflóð, tropiskum melduródnum og koralrivunum, sum eru bleikt, orsakað av nógvum hita á havfløtuni. Mars-mánaði var eisini met-heitur, - meira enn tvey stig omanfyri miðal.
Hitamátingar eru gjørdar í Avstralia í meira enn 100 ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV