Benjamin Rajani: Alskurin til føroyska málið kveikti lív í sangskrivingina

Benjamin Rajani: Alskurin til føroyska málið kveikti lív í sangskrivingina
"Eg fekk ein nýggjan alsk til føroyska málið, sum eisini gav mær nýggjan alsk til sangskriving," sigur Benjamin Ranjani, sum fríggjadagin gevur út sína fyrstu heildarútgávu
 
24.03.2025 - 16:00

Í 2016 kom Benjamin Rajani buldrandi inn á føroyska tónleikapallin upp á sín stillføra og sjarmerandi hátt við EP-ini "To Be Torn". 

Enskt mæltu sangirnir, eitt nú "Naked Man" og "All I Need Was Her Love", vuksu í umferð millum føroyingar og gjørdist sangir, ið fólk høvdu kærar.  

Men eins brádliga og Benjamin Rajani steig út á tónleikapallin, eins brádliga hvarv hann aftur. 

 

Tá hvørt ljós líkist tær

Fríggjadagin, níggju ár eftir at Benjamin Rajani debuteraði við "To Be Torn", er hann klárur við sínari fyrstu heildarútgávu. 

"Tá hvørt ljós líkist tær" eitur plátan, sum í annaðkvøld verður frumspæld í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum, tá Benjamin Rajani er gestur. 

Har greiðir hann millum annað frá, hví hann brádliga hvarv av tónleikapallinum og bleiv kúrrur tónleikaliga. 

Um vikuskiftið kemur Benjamin Rajani, ið er búsitandi í Keypmannahavn, har hann lesur til sálarfrøðing, til Føroyar at spæla útgávukonsertir.

 

Nú er nakað siðani, vit hoyrdu nakað frá tær, hvussu ber tað til? 

"Eitt sindur aftaná eg útgav mína EP ”To be Torn” í 2016, minkaði hugurin til at gera og spæla tónleik. Tað var sum um, at tónleikurin fór frá at vera nakað eg gjørdi fyri meg sjálvan, tí mær dámdi tað, til okkurt sum varð tongt at framførslum og hvat onnur hildu. Tó spældi eg nógv í samkomuhøpi, sum mær dámdi væl.

Summarið 2020 byrjaðu sangirnir brádliga at floyma úr mær aftur, og eg skrivaði 40 sangir uppá eitt ár, og 90 sangir uppá trý ár.

Eitt sum var við til at gera hetta var, at eg fekk ein nýggjan alsk til føroyska málið, sum eisini gav mær nýggjan alsk til sangskriving.

Eg elski enn at skriva og spæla tónleik, og vænti og vóni, at eg fari at gera tað restina av lívinum.”


Mynd: Beth Dearden

 

Hvat er tað fyri ein pláta, ið tú gevur út? 

"Hetta er ein pláta við 13 føroyskum sangum, ið er gjørd í Keypmannahavn í samstarvi við Esben Svane.

Eg haldi plátan er fjølbroytt, men tó samanhangandi. Innilig, men tó dynamisk. Stílurin kann nokk bólkast sum ”singer-songwriter” og ”indie folk”, og so hevur plátan eisini symfonisk stykkir við strúkarum og blásurum."

 

Hvat er tað fyri evnir, ið tú viðger á plátuni? 

"Tekstligu evnini snúgva seg um nostalgi, vinarbond, hjartasorg, og kærleika. Eg haldi yvirskipaða evnið er samband: sambandið millum vinir, sambandið millum tvey sum elska hvønn annan, og sambandið millum tað farna, og tað sum er nú."

 

Hví hevur tú tørv á at geva eina plátu út nú? 

"Eg havi følt ein tørv á at útgeva mína debutplátu í skjótt fimm ár nú, so eg gleðist um, at løtan endiliga er her. Nú ætli eg mær at royna at njóta útgávuna av plátuni, og eg gleði meg at framføra nýggja tónleikin fyru fólki í Føroyum og í Keypmannahavn."


Mynd: Beth Dearden

 

Útgávukonsertferð í Føroyum

Benjamin Rajani kemur við fullum bólki til Føroyar at spæla tríggjar útgávukonsertir um vikuskiftið, har Jónas Gaard hitar um:

  • Fríggjadagin 28. mars, Reinsaríið, Tórshavn (við strúkarum og blásara)
  • Leygardagin 29. mars, Varpið, Klaksvík (við strúkarum og blásara)
  • Sunnudagin 30. mars, Listastovan, Miðvágur

Fólk í Keypmannahavn sleppa eisini at uppliva Benjamin Rajani, tí leygardagin 5. apríl Føroyahúsið í Keypmannahavn

 

Gestur í LEITISSTEIN

Benjamin Rajani er eisini gestur í sendingini LEITISSTEIN í annaðkvøld klokkan 21. 

20250324_NET_REYP_LEITISSTEIN_RAJANI

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týskvøldið kl. 21, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
(sendingin verður endursend hósdagar kl. 13)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664