- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland og USA nýggjar samtalur
Russland og USA nýggjar samtalur
Ein av nærmastu ráðgevum og fíggjarligt sendifólk, Kirill Dmitrijev sigur, at jaligt samskifti er millum Moskva og Washington

06.04.2025 - 14:24
Sambandið millum londini heldur helst fram í næstu viku, sigur hann, sambært russisku tíðindastovuni Interfax, sum Reuters endurgevur.
Kirill Dmitrijev hevur fyri stuttum verið í Washingon og tosað við amerikonsk embætisfólk um m.a. møguleikarnar fyri, at gongd kemur á aftur amerikanska íløguvirksemið í Russlandi. Vitjanin hjá honum er tann fyrsta av sínum slagi á høgum russiskum embætisstigi í amerikansku umsitingini, síðani Russland leyp á Ukraina í 2022, skrivar CNN.
Sambært Reuters, hevði hann fingið fyribils-loyvi frá amerikanska uttanríkisráðnum at koma inn í USA, tað hevði annars ikki borið til orsakað av amerikanskum revsitiltøkum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV