Strika allan toll á amerikanskar vørur

Strika allan toll á amerikanskar vørur
Tað eru boðini frá Teivan, Indonesia og Zimbabwe til USA
 
06.04.2025 - 14:20

Forsetin í Teivan, Lai Ching-te, sigur, at í staðin fyri at Teivan setur revsitoll á vørur úr USA, fer landið at strika allan toll móti USA. 

- Teivan fer at strika handilsforðingar móti USA, og teivanskar fyritøkur fara so líðandi at gera størri íløgur har, sigur Lai Ching-te, forseti, í samrøðu í dag.

Donald Trump, forseti í USA, boðaði í vikuni frá nýggjum tolli, og sum fyri teivanskar vørur er 32 prosent. 

Á listanum yvir lond við handilsavlopi frá USA, liggur Teivan á sjeynda plássi. Í 2024 var avlopið 73,9 milliardir dollarar. Umleið 60 prosent av hesum útflutningi til USA eru lutir til KT-tøkni. Men tollurin fevnir ikki um framkomnar telduflísar, har Teivan er ráðandi á marknaðinum.

Greinarar ávara um, at tollurin á komponentar kann koma vinnuni, sum framleiðir flísar, aftur um brekku, - vinnan hevur sera stóran týdning í heimsbúskapinum. 

Zimbabwe fer at strika tollin

Fyrr í dag boðaði forsetin í Zimbabwe, Emmerson Dambudzo Mnangagwa, frá á X, at eisini Zimbabwe hevur ætlanir um at strika tollin á amerikonskum vørum. 

Nýggi amerikanski tollurin er 18 prosent á allar vørur úr Zimbabwe, - serliga útflytir landið tubakk og sukur til USA.

Nógv ráevni eru í afrikanska landinum.  

Indonesia vil samráðast

Og Indonesia fer heldur ikki at svara aftur við revsitolli á amerikanskar vørur. Nýggi amerikanski tollurin er 32 prosent.

- Vit royna við diplomati og samráðingum at finna eina góða loysn fyri báðar partar, sigur indonesiski fíggjarmálráðharrin Airlangga Hartarto í dag, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114