- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orknoyggjar 2025: Føroyska badmintonliðið klárt

Nógv er at liva upp til hjá teimum 10, sum skulu amboða Føroyar í badminton á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum í summar.
Á Guernsey fyri tveimum árum síðan vann føroyska liðið metnógv heiðursmerki, og í summar skal millum annað gullið í liðkappingini verjast.
SÍ EISINI: Gull til Føroyar í badminton
Fleiri av teimum, sum vóru við á Guernsey eru aftur í hópinum hesa ferð, meðan onnur eru komin afturat, millum annað verandi føroyameistarin, Rúni Øster.
Landsliðsvenjarin í badminton, Fai Yin Wong, sum hevur tikið út, savnar hópin til venjingar 14. - 16. apríl.
Føroyski badmintonhópurin
Magnus Dal-Christiansen, HBF
Rúni Øster, HBF
Asbjørn Heide Olsen, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Christian Berg Petersen, HBF
Sanna Thorkildshøj, HBF
Mia Thorkildshøj, HBF
Miriam í Grótinum, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Ranja Joensen, KBF