Stýrisformaðurin harmast um, at rektarin leggur frá sær

Stýrisformaðurin harmast um, at rektarin leggur frá sær
Samstarvið millum stýrið og rektara á Fróðskaparsetrinum hevur verið gott, og tí harmast Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, um, at rektarin nú leggur frá sær
Fróðskaparsetur Føroya skal hava nýggjan rektara við árslok
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.08.2022 - 17:27

 

Chik Collins, sum seinastu trý árini hevur verið rektari á Fróðskaparsetri Føroya, leggur frá sær við árslok.

Tað boðar stýrið fyri Setrið frá.  

Grundin er, at Chik Collins hevur fingið tilboð um annað starv í Skotlandi. 

Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, harmast um avgerðina hjá rektaranum, tí talan hevur verið um eitt gott samstarv millum stýrið og rektara. 

 

15082022_Setrid_nyggja_rektara_1

 

Stýrið fer nú at endurmeta íkomnu støðuna, áðrenn søkt verður eftir nýggjum rektara. 

 

15082022_Setrid_nyggja_rektara_2

 

Eftir ætlan tekur nýggi rektarin við starvinum 1. januar 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109