Alan Walker blásti Summarfestivalin og Klaksvík um koll

Alan Walker blásti Summarfestivalin og Klaksvík um koll
UMMÆLI: Konsertin hjá norska DJ-aranum Alan Walker á Vágsbø í gjárkvøldið fer í søguna sum tað størsta og flottasta showið higartil í Føroyum
Einsamallur á Føroya størsti palli, skapti Alan Walker størsta show higartil her á landi
Mynd: Ditte Mathilda Joensen / Veingir  
 
05.08.2022 - 13:57

Vágsbøur kókaði sum kanska ongantíð áður, tá norska DJ-heimsstjørnan, 24 ára gamli Alan Olav Walker, framførdi og tøldi áhoyrararnar á Vágsbø á Summarfestivalinum hóskvøldið. 

Alla konsertina við Alan Walker stóðst tú við einari greiðari kenslu av, at tað, sum tú vart vitni til, var í heimsflokki. 

Bæði sangblandið og framleiðslan hjá Alan Walker, men sanniliga eisini samanspælið millum ljóð, ljós og pall var væl útyvir tað vanliga, ið vit uppliva her á landi. 

Myndir: Ditte Mathilda Joensen / Veingir

Tað var í grundini deiligt at standa á Vágsbø við einari greiðari kenslu av, at her var einki spart. 

So nógv ferð var á framførsluni, at tað kendist eins og tú fyrst hevði verið ein túr í einari tónleikaligari-vaskimaskinuni, síðani turkitrumluni, áðrenn tú eisini vart blakaður niður í ein grótknúsara, áðrenn Walker takkaði fyri seg. 

Einaferð noyddist norska høvuðsnavnið eisini at biðja ungu fólkini heilt har frammi við pallinum um at ansa eftir hvørjum øðrum, tí har var ov nógv trýst á. 

 

Alan Walker í toppformi

Nú eri eg yvirhøvur ikki fjeppari av sovornum DJ-tónleiki, sum Alan Walker blandar saman og borðreiður við. 

Vanliga verið eg beinavegin mettaður av hesum afturvendandi "Get your hands up in the air! One! Two! One, two, three, four, jump, jump, jump,"-herrópunum, ið hesir elektronisku framleiðarar allatíðina rópa í mikrofonina, og av áhaldandi, uppgangandi rútmunum. 

Eg eri ikki heilt ósamdur við tí gløgga leirvíkinginum, sum tók til at mainstream EDM DJ-rákið, ið nú av álvara hevur rakt Føroyar hart í summar, við Alan Walker á Summarfestivalinum, Jillionaire á G! og Tungevaag á Voxbotni, ofta er ikki annað enn "glorifiseraðir playlistar". Tað er kanska at taka dekan ov dýran til, men tað verður gjørt fyri at fáa fólk at skilja boðskapin. 

Men á hesum økinum, so haldi eg veruliga, at Alan Walker skilir seg burtur úr rúgvuni fyri mítt viðkomandi. Hann er ikki komin upp á allarhægstu røkur og tindar innan sjangruna av tilvild. 

24 ára gamli norðmaðurin dugir sítt handverk til lítar, og samantvinnað við fantastiska visuella úttrykkinum, so sparkaði framførslan veruliga reyv. 

 

Sum Rottufangarin úr Hamelin

Tað sást eisini á øllum brøgdum, at Alan Walker hevur nógvar konsertir í løtuni, tí hann var í toppformi. 

At vera DJ er eitt slag av ljóðligum gykli ella tøling, eins og Rottufangarin úr Hamelin ger við sínari floytu, og allar snildir eru í roynd og veru loyvdar. Eitt nú var Alan Walker ikki ov fínur at leggja stóra ABBA-hittið "Gimme! Gimme! Gimme!" á, og tað fekk veruliga Vágsbø at kóka, tí føroyingar hava tað óndasta ABBA-fetichið. 

Men tað var í samanspælinum millum útleggingina av sanginum hjá Alan Walker og so øllum konfettinum og disco-ljóssetingini á pallinum, ið skapti serligu løtuna. 

 

Nýtt satsøki

EDM og DJ-rákið er tó eitt nýtt satsøki hjá Summarfestivalinum, tí bæði G! Festivalurin og ikki minst Voxbotn hava dyrkað DJ-pallin í nógv ár. Grundin á G! er í grundini vøggan hjá elektroniska DJ-tónleikapallinum í Føroyum, tí burtur úr Grundini spretti Undirbeat.

Men tað var Voxbotn, ið veruliga innflutti altjóða DJ-pallin til Føroya við nøvnum sum eitt nú Lost Frequencies, Robin Schultz og Jonas Blue. Síðani hava bæði G! og nú eisini Summarfestivalurin flutt seg tann vegin. 

Okey, tað er kanska skeivt at siga, at tað byrjaði við Voxbotn, tí Við múrin-festivalurin í Kirkjubø hevði heimsstjørnuna Tiesto á skránni longu í 2009, og Tiesto er enn at rokna sum kanska størsta navnið innan altjóða DJ-pallin. 

220805_NET_ALAN_WALKER_SF22

Við framførsluni hjá Alani Walker, so hevur Summarfestivalurin nú eisini av álvara fingið smakk fyri, hvat DJ-tónleikapallurin kann geva SF-skránni. Tískil skulu fólk, ið fara á Summarfestival, venja seg at uppliva líkandi konsertir vera á skránni í framtíðini. 

 

Alan Walker-framførslan forpliktar

Øll, sum vóru til Alan Walker-konsertina í gjárkvøldið, sóu og hoyrdu, hvørjar knotur veruliga eru í stóra pallinum á Vágsbø. Tí haldi eg, at fyriskipararnir av Summarfestivalinum hava forplikta seg til at koma við ordiligum nøvnum á pallin - í øllum førum eitt stórt altjóða høvuðsnavn hvørt kvøldið á festivalinum.

Men júst tann sannroynd, at Føroya størsti og flottasti pallur fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður brúktur til Dynamit, Anfinn & Co, Anne Dorte & Mariu, og John Mogensen-luksus-karaokee við bólki við danska sjónleikaranum Rasmus Bjerg, er í grundini ein skandala. Pallurin er gjørdur til há-oktan nøvn sum Alan Walker, Scorpions, Twisted Sister og líknandi. 

Ja, í grundini er stóri pallurin á Vágsbø at rokna sum ein Ferrari, ið er klárur at koyra kapp við bestu pallar í útlondum, men í alt ov nógv ár hava fyriskipararnir fylt gravskitna tungolju á teirra Ferrari, og tað hevur altíð kenst óvirðiligt. 

Stóri pallurin á Vágsbø gevur okkum føroyingum høvi at droyma um at sleppa at hoyra nakrar av heimsins størstu tónleikabólkum í Føroyum, eitt nú Def Leppard, Alice Cooper, Europe, Pearl Jam og sovorið. 

Alt prátið um, at Summarfestivalurin ikki hevur ráð til at bóka eitt stórt altjóð navn til øll kvøldini, keypi eg ikki. 10.000 føroyingar møta hvørt ár upp til Summarfestivalin, og so svimur makrelur úr landgrunninum og toskur úr Flemmish Cap og Barentshavinum um beinini á klaksvíkingum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979