Povl Dissing deyður

Povl Dissing deyður
Kendi danski vísusangarin, Povl Dissing, var 84 ár, nú hann andaðist
Povl Dissing var 84 ár, nú hann andaðist.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
19.07.2022 - 11:43

Povl Dissing hevði verið sjúkur í longri tíð, nú hann ikki orkaði meira og legði árarnar inn í heiminum, 84 ára gamal. 

Tað upplýsir familjan fyri Ritzau, sambært danska Ekstra Bladet. 

Tónlistaleiðin hjá Povl Dissing hevur verið long og rík, og er hann at rokna sum ein legenda í Danmark.

Serliga samstarvið við Benny Andersen í sambandi við "Svantes viser" í 1973 er høgt í metum. Hvør kennir ikki strofuna "Livet er ikke det værste man har. Og om lidt er kaffen klar."

 

Byrjaði sum trompetspælari

Povl Dissing byrjaði tó sum trompetspælari í jazzorkestrinum Mandagsorkestret í fimtiárunum. 

Men í seksti- og sjeytiárunum byrjaði hann at spæla fólkatónleik og blues, og bleiv við tíðini vísusangarin mikli í Danmark. 

Povl Dissing útgav yvir 20 plátur, og hann hevur eisini spælt við í fleiri filmum og sjónleikum. 

Eftir Povl Dissing sita konan, Pia Jacobæus, og synirnir Rasmus og Jonas, sum spældu saman við pápanum í bólkinum Dissing, Dissing, Las og Dissing, sum Las Nissen eisini spældi við í. 

Povl Dissing vitjaði eisini ofta í Føroyum og framførdi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342