Ov nógv felli og lús í alingini hjá Bakkafrosti í Árnafirði

Ov nógv felli og lús í alingini hjá Bakkafrosti í Árnafirði
Felli og lús eru orsøkin til, at Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki gav Bakkafrosti loyvi at seta eins nógv smolt út í Árnafirði, sum alifelagið ætlaði
Heilsufrøðiliga starvsstovan vil ikki geva Bakkafrosti loyvi at seta eins nógv smolt út, sum alifelagið ætlaði
Mynd: Savnsmynd  
 
19.07.2022 - 10:13

Bakkafrost farming sleppur ikki at seta so nógv smolt út í Árnafirði, sum felagið søkti um.

Søkt var um eina millión og 400.000 smolt.

Men Heilsufrøðiliga starvsstovan gav bara loyvi til eina millión og 160.000.

 

Lús og felli orsøkin

Útsetingin byrjar 15. august í ár og endar í desember næsta ár.

Felli og lús í seinasta framleiðsluumfari, sum var frá 9. februar í fjør til 18.apríl í ár, eru orsøkin til avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at skerja smolttalið 240.000. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. apríl
Vikuskiftið 4 apríl 2025
190276
Fríggjadag 4. apríl
Breddin: Suðuroyartunnilin
190254
Fríggjadag 4. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 4.apríl 2025
189979
Hósdag 3. apríl
RagnarRokk 3.apríl 2025
189927
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275
Fríggjadag 4. apríl
KAKUMiKS (2:7)
190170
Fríggjadag 4. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190243
Hósdag 3. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190208
Hósdag 3. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190180