So er hiti aftur í G! pottunum

So er hiti aftur í G! pottunum
Veðrið er deiligt, og hiti er aftur í G! pottunum, nú G! festivalurin av álvara er byrjaður við tónleiki og hugna á Sandinum
Góður stemningur, gott veður og tónleikur á Spæliplássinum. G! er byrjaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.07.2022 - 16:54

Hitapottarnir á G! eru nærmast eitt høvuðsnavn á G! festivalinum, og í ár er einki undantak. 

Pottarnir eru aftur heitir, eins og lív aftur er í G! festivalinum eftir ein tvey ára koronasteðg. 

Fyrstu gestirnir eru longu farnir í pottarnar í deiliga veðrinum á Sandinum í Syðrugøtu. 

Sandurin við hitapottunum og heingikoyggjum gevur festivalinum í Syðrugøtu ein heilt serligan dám, og nógv eru tey, ið brúka tað mesta av festivalinum í hitapottunum og á Sandinum. 

Veðrið er av tí fagrasta, turt og lýtt, nú G! festivalurin er farin ordiliga av bakkastokki. 

Hitapottarnir eru serliga góðir, tá ringastu timburmenninir skulu beinast av vegnum. Og tá nýggjastu tatoveringarnar skulu vísast fram. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823