Dýrt at lesa í Føroyum

Dýrt at lesa í Føroyum
Nýggj kanning hjá Fróðskaparsetrinum vísir millum annað, at 23 prosent siga seg hava umhugsað at gevast við lesnaðinum vegna fíggjarstøðuna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.07.2022 - 13:58

Meira enn 75 prosent teirra, sum lesa á Fróðskaparsetrinum, noyðast eisini at arbeiða.

Og meira enn triði hvør næmingur, 36 prosent, sigur, at tað hevur neiliga ávirkan á lesturin. 

23 prosent siga seg hava umhugsað at gevast við lestrinum vegna fíggjarstøðuna.

Kanningin hjá Setrinum var gjørd, áðrenn inflatiónin av álvara fór at vaksa.

Miðalaldurin hjá lesandi á Setrinum er 33 ár. 

Meira enn helvtin hevur børn undir 18 ár, og fleiri enn 75 prosent hava egnan bústað. 

- Alt talar fyri, at vit eiga at menna liðiligar lestrarmøguleikar við millum annað parttíðarlestri. Tá kunnu útbúgvingar toyggjast yvir fleiri ár, so høgligari verður hjá fólki at arbeiða samstundis, sigur Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109