Vágatunnilin fyribils stongdur eftir ferðsluóhapp

Vágatunnilin fyribils stongdur eftir ferðsluóhapp
Vágatunnilin er í løtuni stongdur eftir eitt ferðsluóhapp, ið hendi um hálvgum trý tíðina.
 
28.06.2022 - 14:51

Vágatunnilin er í løtuni stongdur eftir eitt ferðsluóhapp, ið hendi um hálvgum trý tíðina.

Sambært vakthavandi er talan um eitt ferðsluóhapp, har ein bilur hevur rent í ein annan bil, sum koyrdi sama veg. Bilarnir vóru á veg av vágoynni.

- Fráboðanin kom klokkan 14.31, og har eru nógv fólk á staðnum. Bæði sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar, segði vakthavandi á politistøðini, Jóannes Østerø við útvarpið.  

- Innleiðandi halda vit ikki, at talan er um álvarsligan persónsskaða, men samstundis er tað altíð ein vansi í slíkum støðum, og tí verða øll neyðug trygdaratlit tikin, sigur vakthavandi á politistøðini. 

Í løtuni er óvist, nær Vágatunnilin letur uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109